FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


22-05-2023

LANDSSTÝRISKVINNAN Á VITJAN Í SUÐUROYNNI

Í samband við at landstýriskvinnan í heilsumálumMargit Sórá vitjaði í Suðuroynni í dag 22. mai, var skipað fyri fundi á Seglloftinum við borgarstjóranar í Suðuroynni, har m.a. umrøtt var, hvussu tilboðini um heilsutænastur kunnu nýhugsast, so borgarar í Suðuroynni kunnu fáa støðugari tilboð og enn fleiri heilsutænastur í nærumhvørvinum.

Tvøroyrar Kommuna takkar landstýriskvinnuni og Heilsumálaráðnum fyri vitjanina og møguleikan, at fáa høvi til at viðgerða kommunulæknatænastuna og aðrar heilsutænastur til borgarar í Suðuroynni.

 
Jóannes Lisberg, Janus Thomsen, Bjarni Johansen, Margit Stórá, Ása Holm, Kristin Michelsen, Delmar Tausen -borgastjórin í Sumba, Eyðbjørn Thomsen var burturstaddur.
 
Tvøroyrar Kommuna
22. mai 2023 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn