FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


23-05-2023

HERVERK Í MIÐBÝNUM

Fólk hava uttan ivast varnast vøkru blómupottarnar, ið er blivnir settir upp í miðbýnum. Ætlanin við teimum er, saman við fríðkanini av trøðni við Roykstovuna, at skapa hugna og trivnað í miðbýnum.

Tíverri er tað soleiðis, at øll duga ikki at síggja tað vakra í hesum og kenna eina trongd á at oyðileggja tað. Fyrsta uppgávan hjá Teknisku deild í morgun, var tí at burturbeina tveir av hesum pottum, tí onkur hevði oyðilagt teir í nátt.

Tvøroyrar kommuna var í fjør úti við eini grein um herverk og tað hjálpti upp á rákið, ið var tá. Tí skriva vit hesa grein, við teirri vón, at fólk boða løgregluni frá, um tey síggja hvør fremur hesi herverk.

Tað kennist eitt sindur nyttuleyst at fríðka um í býnum, um alt verður oyðilagt stutt eftir.

Tvøroyrar kommuna

 
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn