FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


07-09-2023

NÁMSFRØÐINGAR TIL MÝRIFÍPUNA Í TRONGISVÁGI.

Søkt verður eftir námsfrøðingum til vøggustovu og barnagarðsstovu 30 ella 40 tímar um vikuna og at byrja 1. oktober 2023 ella eftir nærri avtalu. 

Stovnslýsing:

Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 40 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnur um vøggustovur, barnagarðsstovur og frítíðarskúla.  

Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.

Vit vanta at tú: 

  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
  • kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

 

Setanarviðurskifti: 

Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita: 

Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf.781162.

Umsókn: 

Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 19. september 2023 kl.12.00.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Um námsfrøðingar ikki søkja starv, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.  

 
 
 Mynd av barnagarðinum Mýrifípan í Trongisvági
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn