FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


04-03-2024

VEITIR LIÐUGT GRAVAÐAR Í FROÐBA

Seinastu vikurnar hevur gravimaskina verið í gongd í Froðba. Trupulleikar hava leingi verið við yvirflatuvatninum, við Løksá í Froðba (sí kort, ið vísir økið, har grivið er), og gjørt varð tí av at grava veitirnar upp av nýggjum, í eini roynd at koma trupulleikanum við váta lendinum til lívs og leiða vatnið út á sjógv.
Umleið 700-800 metrar eru grivnir og er tað lokala fyritøkan Sp/f Bárður Hentze, ið hevur staðið fyri arbeiðinum og tað var sjón fyri søgn beinanvegin, at gravingin hevði ynsktu ávirkanina á nærumhvørvið. Økið, ið nú er avvatnað, fevnir um uml. 160.000 m2.

(Mynd: Kortal.fo)
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn