FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


18-03-2024

BORGARAFUNDUR UM KOMMUNUSAMANLEGGING

Nú arbeiðsbólkurin í dag, 18. mars, hevur lagt fram álitið um “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, ið varð handað borgarstjórum og kommunustýrislimum sum bóklingur á Seglloftinum, var breið semja millum luttakandi kommunustýrislimirnir, um at skipast skuldi fyri borgarafundum sum skjótast.

Avgjørt varð, at hava borgarfundir í hvørjari bygd/bý sær, har arbeiðsbólkurin leggur fram álitið “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging”, og borgarar fáa møguleika at koma til orðanna og seta fram spurningar.

Borgarafundir verða hildnir soleiðis: (GG. borgarar eru vælkomnir at møta á øllum trimum støðum, ella har tað liggur best fyri at møta)

  • Týskvøldið 19. mars, kl. 19.00 í Roynhøllini
  • Ónskvøldið 20. mars, kl. 19.00 í SALT
  • Tórskvøldið 21. mars, kl. 19.00 í Vesturhøll

álitið um “fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging” kann lesast her

 
 
 
Arbeiðsbólkurin vegna Fámjins-, Hvalbiar- & Tvøroyrar kommunur
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn