UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
03-11-2011

Signar Dam heiðraður á 40 ára starvsdegnum

Umboð fyri Tvøroyrar Býráð og bygdarráðini í Fámjin og Hvalba høvdu leitað sær niðan í býráðssalin at geva Signari Dam, kommunulækna, eina gávu í samband við merkisdagin.
Malla Dam, ið er formaður í sosialu nevnd, bar fyrst fram nøkur takkarorð. Ikki óvæntað gjørdist tað ein blanding av hugleiðing frá dóttir, vanligum borgara og býráðslimi. Tíðarbili er langt, og verður kanska best mátað í tøkniligu menningini. Frá fastnettelefon við stórum avmarkingum gjøgnum stórar fartelefonir,  ið heldur líktist einum kufferti fram til tað frælsi,  ið fartelefonin í lummanum nú einaferð er før fyri at geva okkum. Eisini hava hølisviðurskiftini verið eitt sindur ótíðarhóskandi viðhvørt, men endaðu tó við at koma í eina trygga legu.

Kristin Michelsen, borgarstjóri takkaði fyri tað tryggu hondina og tað góða samskifti, ið hevur verið millum kommunu og lækna.

Signar gevst tó ikki sum lækni enn, men longu vaktirnar, ið sermerktu hansara fyrstu starvstíð,  eru avloystar við einari meiri hóskandi skipan,  og vit ynskja honum eisini ein góðan seinnapart í arbeiðslívinum.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo