UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
21-10-2013

Tvøroyrar og Hvalbiar kommunur heiðra starvsfólk

Starvsfólk heiðrað
 
Fríggjakvøldið 18. oktober kl. 15:00 vórðu 4 starvsfólk hjá Tvøroyrar Kommunu og Hvalbiar kommunu heiðrað á samkomu í kantinuni í Trongisvágs skúla.

Tvey av starvsfólkunum hava arbeitt í 15 ár hjá kommunalu dagrøktini, sum umfatar dagrøkt á Tvøroyri, í Hvalba og í Sumba.

Talan er um Bergfríð Berg og Sigrun Berg, sum báðar høvdu 15 ára starvsdag 15. juni 2013, og sum øll hesi árini hava arbeitt í Hvalba. Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri, handaði teimum blómutyssi og pengagávu.

Tað kanska mest interkommunala starvsfólkið í Suðuroy, Ása Midjord, hevur koyrt líkbilin í 15 ár.

Ása er í starv hjá Tvøroyrar Kommunu, men veitir tænastu til allar kommunur í oynni.

Á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, hevur Óluva Joensen í ár starvast sum bókhaldari í 20 ár.

Bæði Óluva og Ása fingu blómutyssi og pengagávu frá borgarstjóranum á Tvøroyri, Kristin Michelsen.
 
Her eru myndir frá tiltakinum: Myndasavn



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo