Ætlanin er, at savna øll skjøl o.t. Tvøroyrar kommunu viðvíkjandi og at goyma tey í kommununi. Her uppi í skjøl, uppskriftir, dagbøkur, myndir, filmar, ljóðbond og sjónbond og aðrar upptøkur o. s. fr.
Endamálið er, at tryggja, at tilfarið, ið er um fólk og virksemi í Tvøroyrar kommunu, verður varðveitt trygt í kommununi. Har aftur at tryggja, at tilfarið er atkomiligt til skúlaarbeiði og gransking, til framsýningar fyri borgarum og til ferðavinnuendamál.
Savnað verða øll skjøl um 1000 ára gomlu bygdirnar Froðba, Trongisvág og Øravík. Har aftur at koma skjølini um nýggju bygdina Tvøroyri. Hetta er heilt serlig menning. Handilshús vórðu bygd í óbygdan haga, síðan vaks bygdin uttanum m.a. við tí sermerkta Valinum. Eftir bara fáum árum vaks staðurin til at gerast millum teir størstu í Føroyum. Henda serliga menning er væl prógvað í skjølum.
Býráðið er av teirri sannføring, at tað hevur skyldu at taka stig til at varðveita tilfarið til søguna, hvussu búplássið hevur ment seg frá elstu tíðum. Og at fólk og stovnar her á staðnum, vilja hava røttu kenslur og virðing fyri lokalu skjølunum og ganga høgt upp í at varðveita tey.