Tilboðið var ætlað sum ein tænasta til teirra, ið eitt nú vóru heima í jólafrí, men sum høvdu stórar uppgávur fyri framman, og tí høvdu tørv á at sita í friði og náðum og arbeiða við hesum. Men onnur lesandi vóru eisini vælkomin at nýta hølini.
Kommunan fegnast um, at hetta tilboðið varð sera væl móttikið. Fleiri lesandi nýttu høvið at vera í hølunum so at siga hvønn dag frá hálvum desember og út ímóti hálvum januar.
Tvøroyrar Kommuna hevur síðan eftirmett hetta tilboðið og ásannar, at tað er ein tørvur á økinum. Kommunan metir tað vera sera umráðandi, at tey lesandi hava góðar umstøður at arbeiða undir, eisini tá lestrarstøðini hava frí.
Tískil hevur Tvøroyrar býráð gjørt av eisini at veita hesa tænastuna til lesandi aðrar tíðir. Býráðið samtykti á fundi hin 12.02.2014, at hølir vera tøk til lesandi í øllum feriutíðum og annars eisini eftir tørvi hjá teimum lesandi.
Tey, sum vilja taka av hesum tilboðnum, kunnu venda sær til Kunningarstovuna á info@tvoroyri.fo ella tlf. +298 611080.