Í frálíka heystveðrinum í morgun, sást heldur undrunarvert akfar í býarmyndini. Nú, tá smáu lastbilarnir plaga at hava lastina fulla av seyði til slaktingar, sást ein tílíkur í staðin hava eina stóra meistur standandi í lastini.
Tað vísti seg at vera bilurin hjá Google Streetview, sum koyrdi runt og tók myndir av kommunalu vegunum í býnum. Handan róðrið sat Róin Hentze úr Sumba og hann greiddi frá, at teir higartil høvdu tikið okkurt um 20.000 myndir í oynni. Tvøroyri var tað seinasta strekkið teir avmynda her, so er oyggin klár at leggja út á heimsfevnandi kortmiðilin. Róin greiddi frá, at alt var sjálvvirkandi og at myndatólið tók eina mynd á leið 2. hvørt sekund.
Væntandi verða allar Føroyar á Google Streetview í 2017. Sigast má, at stuttliga átakið SheepView bar ávøkstur og spennandi verður at vita, um hetta fer at hava broytingar við sær í føroysku ferðavinnuni.