UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
11-10-2016

Væl eydnaður plantingardagur í fagrasta heystveðri

Nú heystfrítíð er, var avgjørt at hava plantingardag í nýggju viðarlundini við Stórá. Byrjað varð morgunmati kl. 9:30, tá Gaards Bakarí kom við sera væl smakkandi rundstykkjum. Tá av tódnaði, vóru vit nøkur og tjúgu, ið høvdu sett morgunin, og dagin, av til at geva okkara íkast til plantingina.

Lasse Jensen er samskipari og hevði hann syrgt fyri, at trø vóru klár til endamálið. Plantað vóru fleiri ymisk sløg(Contorta furu, Sitka grann, Poppil, Lerk, Fuchsia, Kaprifolia, Sitka elri og Alaska píl) við javnari frástøðu, soleiðis at gróðrarlíkingini vóru best møgulig.

Beint eftir kl. 10 komu børnini og pedagogarnir úr útibarnagarðinum og var tað sera stuttligt at síggja, hvussu hugagóð tey vóru.

Døgurði var kl. 12:00, tá Anita Farstad borðreiddi við leskiligaru høsnarungasuppu og onkrum góðum, drekkandi afturvið.

Veðrið vísti seg frá sínu allarfagrastu síðu og fingu vit ein framúr góðan dag saman. Nú eru á leið 3.000 trø plantaði síðan oktober 2015 og byrjar viðarlundin veruliga at taka skap. Stuttligt verður at fylgja við komandi árini og síggja tað spretta, ið borgararnir sjálvir hava verið við til at planta. Viðfest greinini, er mynd frá degnum og kort av økinum, har plantað verður.

Dagurin verður uttan iva á skránni aftur komandi ár og fer Tvøroyrar Kommuna at takka hjartaliga fyri hjálpina í dag, eins og undanfarin ár.

 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo