UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
14-10-2016

Starvsfólk heiðraði

Tvøroyrar Kommuna heiðraði í gjár, týsdagin 10/10, starvsfólkum, ið hava verið í starvi hjá kommununi longri tíðarskeið.

Tað er ein sannroynd, at eitt gott arbeiðspláss helst skal megna at halda uppá starvsfólkið hjá sær, men at hava fólk í starvi í 15 ár og uppeftir, er ikki nøkur sjálvfylgja í dagsins samfelag.
Í gjár var tað okkum ein gleði at heiðra 6 starvsfólkum, ið høvdu tað til felags, at tey øll hava verið í starvi hjá kommununi í 15 ár ella longur.

Annlis Thomsen og Ingrid Silvurdal hava báðar verið í starvi sum vaskifólk í Tvøroyrar skúla í 15 ár.
 
Chris Jan Michelsen hevur somuleiðis starvast hjá kommununi í 15 ár. Hann byrjaði at arbeiða á havnarlagnum sum havnarfúti, men hevur í dag eisini vatnveitingina hjá kommuni um hendi og hevur verið frásøgumaður á ymiskum túrum, ið kommunan hevur fyriskipað.
 
Jónhild Johannesen hevur starvast í dagrøktini síðan 2001, also í 15 ár.
 
Rutt Jensen hevur havt týdningarmiklu barnatannarøktina um hendi í 15 ár.
 
Gitte Jacobsen hevur arbeitt fyri kommununa í heili 25 ár. Hon byrjaði í Barnagarðinum í 1991, har hon arbeiddi til 2001. Eftir hetta hevur hon havt sína dagligu gongd í Frítíðarskúlanum.
 
Á hugnaligari samkomu í býráðssalinum, har eisini familja hjá starvsfólkunum luttók, segði borgarstjórin nøkur orð og blómutyssi og peningagáva vórðu latin. Tvøroyrar Kommuna takkar teimum heiðraðu fyri langa og trúgva tænastu og vónar at hon framhaldandi kann verða ein tryggur skansi í gerandisdegnum starvsfólkunum.
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo