UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - VEGLEIÐINGAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
02-03-2024

Alment innlit

Øll hava rætt til alment innlit
Lógin um alment innlit í fyrisitingini hevur sum meginreglu, at allir borgarar hava rætt til alment innlit í øll skjøl, sum eru partar av fyrisitingarligu viðgerðini. Lógin fevnir um alla almennu fyrisitingina og lýsir, hvørji rættindi borgarin sum minstamark hevur. Rættindi til alment innlit fevna um øll skjøl í einum máli, eisini kort, tekningar og journalyvirlit. Tó kann kommunan ikki geva innlit í ávís innanhýsis skjøl og skjøl, ið eru fevnd av tagnarskyldu.
 
Hvør kann biðja um alment innlit?
Øll kunnu biðja um alment innlit eftir lógini um Alment innlit í fyrisitingini, t.d. persónur sum ikki býr í landinum og ung undir 18 ár. Er avgerð tikin av kommununi í máli, har talan er um mál viðv. einum sjálvum ella ein er partur av málinum, gevur lógin heimild til alment innlit eftir Fyrisitingarlógini, sum gevur víðkaðar heimildir í mun til lógina um alment innlit.
 
Hvussu fært tú alment innlit?
Eingi krøv eru galdandi fyri hvussu biðast skal um alment innlit. Tað kann fara fram við at senda bræv, fax ella teldubræv. Til ber eisini at ringja ella venda sær persónliga til kommununa. Neyðugt er ikki at grundgeva fyri, hví ein biður um alment innlit. Neyðugt er heldur ikki at kenna journalnummarið ella heitið á málinum. Starvsfólk í kommununi vegleiða, um tørvur er á tí, men tað er tó neyðugt, at umsøkjarin hevur kunnleika til, at málið og skjølini finnast. Lógin áleggur nevniliga ikki, at kommunan gevur innlit í mál, sum ikki gjøllari kunnu eyðmerkjast. Innlit skal bert gevast í tilfar, sum er tøkt. Kommununi er ikki álagt at gera nýtt tilfar, t.d. nýggjar greiningar ella hagtøl.
 
Nær fái eg svar?
Kommunan skal taka støðu til umsókn um innlit so skjótt sum til ber. Um kommunan ikki innan 10 dagar eftir móttøku av umbønini hevur givið ella sýtt umsøkjara innlit, skal umsøkjarin hava boð um, hví eingin avgerð er tikin
til umsóknina, og nær umsøkjarin kann vænta at fáa endaligt svar.
 
Grundgeving fyri noktandi svar
Um fullkomið innlit ikki verður givið, skal grundgevast fyri avgerðini. Um ein munnlig umsókn um innlit verður noktað munnliga, kann umsøkjari krevja eina skrivliga grundgeving.
 
Avrit av málinum ella hyggja málið ígjøgnum
Vanligt er at geva avrit av málinum. Er málið rúgvismikið, ella er trupult at taka avrit av skjølunum t.d. stórum tekningum, kann kommunan taka avgerð um, at innlitið fer fram á tann hátt, at málið verður hugt ígjøgnum. Tá ber tó til at biðja um at fáa avrit av skjølum.  
Sí annars: Kunngerð um gjald fyri avrit og fotoavrit eftir lógini um innlit í fyrisitingina
 
Hvat er ikki fevnt av lógini um alment innlit?
Tað eru mál, har kommunan ikki hevur skyldu at geva alment innlit, t.d. mál viðvíkjandi starvssetan og flytan í
hægri starv.
Harumframt eru ávísar upplýsingar, sum ikki eru fevndar av rættinum til innlit, t.d.:
• Upplýsingar um privat- ella fíggjarviðurskifti hjá persóni.
• Upplýsingar um privatu vinnuligu viðurskiftini, sum hava við rakstur ella handilstilknýti at gera ella tekniskan útbúnað, um tann nevndi harvið kann vera fyri fíggjarligum tapi.
 
Innanhýsis skjøl
Innanhýsis arbeiðsskjøl eru sum heild undantikin rættinum til alment innlit. Innanhýsis arbeiðsskjøl eru:
• Skjøl, sum kommunan hevur gjørt til egna nýtslu.
• Skriv til aðrar deildir í kommununi.
• Skriv til býráðið ella nevndir tess.
Borgarin skal tó í ávísum førum hava innlit í innanhýsis skjøl. Tað er, tá skjølini innihalda endaligu avgerðina í málinum ella innihalda upplýsingar, sum eru fevndar av notatskyldu, tvs. upplýsingar, sum eru móttiknar munnliga, og sum viðvíkja teimum veruligu umstøðunum, ið hava týdning fyri avgerðina í málinum. Somuleiðis um skjølini lýsa veruligar umstøður, sum eru av týdningi fyri málið, og sum ikki eru lýstar í øðrum skjølum.
 
Partsinnlit ella innlit í egin mál
Viðkomandi, ið er partur í einum máli, hevur rætt til innlit eftir fyrisitingarlógini, sum gevur víðkaðar heimildir, tó ikki óavmarkaðar.
 
Hvønn skalt tú seta teg í samband við?
Ynskir tú at fáa innlit í ávíst mál, skalt tú seta teg í samband við umsitingina, sum gevur neyðuga leiðbeining. 
 
Kærumøguleikar
Til ber at kæra til hægri fyrisitingarmyndugleika, tað kann vera landsstýrismannin í kommunumálum, um kommunan ikki hevur endaligan avgerðarrætt á økinum. Løgtingsins umboðsmaður hevur eftirlit við almennu fyrisitingini og ansar m.a. eftir, at Tvøroyrar kommuna vísir góðan fyrisitingarligan sið. Løgtingsins umboðsmaður er tó ikki ein beinleiðis kærustovnur, men kann, av egnum ávum ella við støði í einari kæru kanna málið nærri. 
 
Viðkomandi leinkir:

 

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo