UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
25-10-2016

Stórfingin gáva frá Suðuroyar Sjúkrahúsi

Í dag fekk Tvøroyrar Sløkkilið stórfingna gávu frá Suðuroyar Sjúkrahúsi. Gamli sjúkrabilurin, ið sjúkrahúsið fekk í 1999, varð latin sløkkiliðnum til teirra arbeiði. Bilurin hevur staðið partvíst inni og úti í nøkur ár og kilometrateljarin stóð í dag á 110.000 km.

Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóri, handaði, vegna Suðuroyar Sjúkrahús, billykilin til Oddur Dimon, tilbúgvingarleiðara. Ronnie sigur, at áður hevur sjúkrahúsið latið brúktan sjúkrabil til Vágs Sløkkilið og til Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag. Nú var stundin komin til at lata Tvøroyrar Sløkkiliði ein bil og er ynskiligt at felagið fær góða nyttu úr honum.

Oddur Dimon sigur, at bilurin er kærkomin. Hann fer fyrst og fremst at verða nýttur til storm-tilbúgvingina. Stóri bilurin, ið sløkkiliðið hevur í dag, er á tremur við lutum og amboðum og tí kann gamli sjúkrabilurin hava stóran týdning, tá tað kemur til at flyta manning og fólk, skjótt til og frá.

Til staðar undir handanini, vóru eisini borgarstjórin, kommunustjórin og portørar frá Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tvøroyrar Kommuna takkar hjartaliga fyri stórfingnu gávuna.

 

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo