10-11-2016
Minningarhald teirra sjólátnu
Hin 1. november var minningarhald teirra sjólátnu hildið kring alt landið. Á Tvøroyri var vakra kirkja okkara karmur um tann andaliga partin, har Jónsvein Bech, prestur, stóð fyri gudstænastuni.
Minningarhaldið á Tvøroyri er vaksið nógv í vavi seinastu árini, ikki minst takkað verið donsku sjóverjuni, ið er við til at seta sín heilt serliga dám á tiltakið. Fyri nøkrum árum síðan, møttu 4 umboð fyri sjóverjuna upp til minningarhaldið.
Tá farið var...ð út á Torvheygg, hendan fyrsta dagin í november, vóru heili 45 sjófólk av HDMS. Vædderen til staðar – ein sera vøkur sjón fyri áskoðaran og var hetta við til at lyfta tiltakið munandi. Manningin hevði boðað frá luttøku og Tvøroyrar Kommuna syrgdi fyri, at bussur avheintaði luttakararnir. Við Minisvarðan legði borgmeistarin, Kristin Michelsen, ein krans vegna Tvøroyrar Kommunu. Umboð fyri vinnulívið á Tvøroyri, sjómannskvinnuringin, fakfeløgini og HDMS Vædderen, løgdu eisini kransar.
Dagurin endaði við einum drekkamunni, har donsku gestirnir eisini luttóku.
Póla Strøm, ið samskipaði tiltakið, sigur, at minningarhaldið hevur fingið ein heilt annan dám, síðan danska sjóverjan valdi at taka lut í tí og er hon sera takksom fyri hetta.
Tvøroyrar Kommuna takkar øllum luttakarunum, fyri teirra lut í hesu virðiligu løtu.