UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-01-2017

Mentanarvirðisløn Landsins á Seglloftinum

Forkunnugt tiltak á Seglloftinum

Søguligi bygningurin hjá T.F. Thomsen verður ónsdagin 25. Januar 2017 karmur um spennandi og forkunnugt tiltak.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fer at handa virðislønir vegna Mentamálaráðið. Virðislønirnar sum verða latnar, eru Mentanarvirðisløn Landsins 2016, Heiðursgáva Landsins 2016 og Virðisløn til ungt listarfólk 2016.

Mentanarvirðisløn Landsins er, og vit endurgeva heimasíðuna hjá Mentamálaráðnum mmr.fo: “...150.000 krónur, verður latin fólki, sum hevur skapað listaverk á høgum stigi.

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000, verður latin mentafólki, ið hevur virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Triðja virðislønin er Virðislønin til ungt listafólk, sum fyrstu ferð varð latin í 2011. Virðislønin er áljóðandi 50.000 krónur og er ætlað at stuðla undir og stimbra ungum listafólki.”

Tiltakið er alment og fer, sum áður nevnt, fram komandi ónsdag 25. Januar, kl. 19:00. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum.

Tvøroyrar Kommuna takkar Mentamálaráðnum fyri at hava valt Tvøroyri sum karm um tiltakið.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo