Taka vit bygdirnar í Tvøroyrar Kommunu fyri seg, síggja tølini soleiðis út:
Froðba 1/1-16 292 6/2-17 282
Trongisvágur 1/1-16 494 6/2-17 507
Tvøroyri 1/1-16 818 6/2-17 848
Ørðavík 1/1-16 31 6/2-17 33
Ørðavíkarlíð 1/1-16 59 6/2-17 61
Tvøroyrar Kommuna ger eitt miðvíst arbeiði fyri at betra um karmarnir hjá borgarunum og hetta merkist nærum dagliga, tí vit fáa nógvar fyrispurningar frá fólki við áhuga fyri staðnum. Nevnast kann, at vit hesa vikuna hava skrásett 5 nýggir borgarar og er aktuella íbúgvaratalið á Tvøroyri tí heldur 1736. Vónandi fer vøksturin í fólkatalinum á Tvøroyri, at vísa seg aftur í einum vaksandi fólkatali í allari Suðuroynni.