UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
23-03-2017

Tvøroyri við í Earth Hour

Tvøroyrar Kommuna hevur, eins og fleiri aðrar føroyskar kommunur, gjørt av at vera við í heimsumfatandi fyribrigdinum Earth Hour(Jarðarinnar Tími). Hesa løtu varpa vit ljós á ovurstóru orkunýtsluna í heiminum, við at sløkkja gøtuljósini í býnum. Umhvørvisstovnurin WWF stendur fyri globala klimaátakinum og varðtekin so sum Eiffeltornið og Operahúsið í Sydney, verða eisini myrkaløgd.
Veðurlagið kring heimin er fyri stórum broytingum í okkara tíð og vi...ð tílíkum tiltaki vónar WWF at økja um tilvitið hjá heimsborgarunum og verða við til at tálma orkunýtsluna. Okkara lítla kommuna er ein evarska lítil blettur á heimskortinum, men vit villja vera við til at lyfta í felag.
Kl. 19:45 savnast fólk við Tvøroyrar Bygda- og Sjósavn, har Jákup Jensen, frásøgumaður tekur ímóti. Jákup veit eina ørgrynnu av søgum úr Valinum og fer hann at borðreiða við teimum, á einum gongutúri niðan í Hválin. Vit miðja ímóti at verða klár, omanfyri Sjúkrahúsviðarlundina, í Hválinum, kl. 20:30 tá ljósini verða sløkt í býnum. Úr hesum staði er framúr gott útsýni og verður tað ein forkunnug sjón at síggja ljósini kring fjørðin slókna. Farið verður síðan til gongu úteftir ímóti kirkjuni, áðrenn leiðin liggur inn í miðbýin aftur. Ljósini verða tendraði aftur kl. 21:30. Túrurin er ókeypis og lættur at ganga og vóna vit at nógv møta upp.
Tvøroyrar Kommuna vil samstundis heita á borgararnir í kommununi, um at sløkkja ljósini í heimunum og at tendra stearinljós í staðin. Heitt skal eisini verða á vinnurekandi, stovnar og onnur, um at vera við í tiltakinum, eftir førimuni.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo