UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
25-08-2017

Marknaðardagur 2. september

Leygardagin 2. September verður marknaðardagur á Tvøroyri.
Tvøroyrar Kommuna setur tjaldið upp, ið fólk ivaleyst kenna frá jóansøkuni og mentanarnáttini og ætlanin er, at til fer at bera at selja og keypa føroyska rávøru(grønmeti, egg, fisk, fugl o.s.fr.), list, loppur og annars tað, ið fólk hava hug til at selja. Til stuttleikar kann nevnast, at tað hevur eydnast okkum at fáa fatur á ymiskum grønmeti av Sandi, ið vit fara at hava til sølu henda dagin. Tónleikur verður eisin...i á skránni í tjaldinum.
Vit fara at heita á fólk um at gera vart við seg, um tey hava okkurt, ið tey kundu hugsað sær at selt. Til ber at ringja ella skriva til 284480, 289563, pola@tvoroyri.fo ella eileen@tvoroyri.fo. Øll eru hjartaliga vælkomin, eisini handlar, ið hava okkurt serligt, ið teir ynskja at selja á degnum. Tvøroyrar Kommuna setur borð upp til høvið og tað er ókeypis at verða við.
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo