Í gjár hevði Tvøroyrar Kommuna forkunnuga vitjan. Nýggja ríkisumboðið Lene Moyell Johansen vitjaði, saman við umsiting og 7 umboðum úr danska fólkatinginum.
Tvøroyrar Kommuna hevði sett saman eina áhugaverda skrá fyri vitjanina, ið byrjaði kl. 13:00 í Kantinuni í Ítróttarhøllini í Trongisvági, har Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjórin gav gestunum eina stutta kunning um dagin.
Fyrsta vitjanin á skránni var Suðuroyar Sjúkrahús, har Gunnbjørg Guttesen, virkandi stjóri, og Bergur Stórhamar tóku ímóti. Tey greiddu hegnisliga frá okkara væl virkandi sjúkrahúsi og tað var ikki sørt at gestirnir vóru imponeraðir av, hvussu væl frágingið okkara sjúkrahús er.
Á Delta Seafood tók Magnus Jespersen, stjóri, ímóti og eftir eina stutta kunning, varð farið at vitja í framleiðsluhølunum. Gestirnir vóru sera áhugaðir og ikki minst dámdi teimum væl at hyggja at, meðan framleiðslan var í gongd.
Pakkhús 5, ið nýggja savnið, ið Rókur Tummasarson, saman við vinmonnum, hevur fingið upp at standa, var næst á skránni. Savnið lýsir fyrst og fremst arbeiðslívið hjá Thomsen familjuni, ið hevur havt so ómetaliga nógv at siga fyri Tvøroyri og hevði tað eisini serligan týdning, nú ferðalagið var úr Danmark. Rókur greiddi væl frá bakgrundini hjá savninum og síðan um familjuna. Nógvir spurningar vóru frá gestunum og kom Rókur sera væl frá vitjanini.
Varðin Pelagic bjóðaði síðan á gátt í stásiliga kontórbygninginum, har Eyð Eidesgaard tók ímóti. Eyð byrjaði við at greiða frá søguni hjá virkinum. Hon greiddi frá stóru vanlagnuni felagið var fyri, tá framleiðsluhølini brunnu niður hin 9. Juni í ár. Vit soú myndir av virkinum sum tað sá út áðrenn og síðan sóu vit modell av komandi virkinum. Vitjað var inni í frystihallunum og endað var við einum kaffimunni.
Seinasti parturin av vitjanini var umborð á MS Thorshavn, har m.a. Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og limur í Fólkatinginum, tók ímóti. Veðrið vísti seg frá bestu síðuni hesa løtuna, tá siglt varð yvir á Drelnes, til Salt. Hentzar Hammer spældi góðan harmonikutónleik umborð og gestirnir hugnaðu sær óført.
Komin yvir á Drelnes tók Ólavur Rasmussen, stjóri, ímóti. Ólavur hevur talugávur sum fáur og tað sást aftur á gestunum, í lurtaðu í andagt. Søgan hjá bygninginum er heilt serlig og alt týður uppá, at tað er framtíðin eisini.
Vitjanin endaði við einum døgurða, ið Tvøroyrar Kommuna bjóðaði. Gestirnir takkað óført fyri blíðskapin og hvør sum ein tosaðu tey um, hvussu góðar umstøður vit hava her á Tvøroyri. At ein so lítil býur skal megna at hava so góðar karmar fyri mentan, ítrótt og vinnu, hildu tey vera einastandandi. Fleiri teirra vónaðu at koma at vitja aftur, tá nýggja virkið hjá Varðanum stendur liðugt. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, ið var burturstaddur í arbeiðsørindum í løgtinginum, kom suður við Smyrli seinnapartin og náddi at heilsa uppá gestirnar áðrenn teir fóru Gestirnir fóru avstað aftur við Smyrli kl 18:30.
Tvøroyrar Kommuna vil nýta høvið til at takka øllum teimum, ið á ein ella annan hátt hava hjálpt til á degnum. Alt eydnaðist sera væl og eru vit sera takksom fyri tað.
Luttakandi á degnum vóru:
Rikisumboðsmaðurin Lene Moyell Johansen og John Johannesen fyrisitingarligur kontórleiðari.
Úr Fólkatinginum: MF Liselott Blixt (DF), ferðaleiðari, MF Karin Gaardsted (S), MF Jan Johansen (S), MF Josephine Fock (ALT), MF Jacob Mark (SF), MF Mette Abildgaard (KF) og MF Søren Gade (V)
Fyri Tvøroyrar Kommunu:
Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, Alvi Mortensen, býráðslimur, Henrik Weihe Joensen, kommunustjóri og Bjarni Nygaard, Trivnaðarfólk.