UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-09-2017

Gøtan niðan á Stíggj dagførd

Gøtan niðan á Stíggj hoyrdi til høvuðsveganetið í Froðba í 80-unum. Tað var hesa leiðina, ið skúlabørnini í Froðba nýttu, tá tey fóru í Froðbiar skúla, ið lá fyri endan av gøtuni. Tá vóru ikki nógvir bilar og nútíðar siðvenjan við at foreldrini avleveraðu børnini í skúla hvønn morgun, hevði ikki ordiliga bitið seg fasta.

Gøtan liggur í sera náttúruvøkrum umhvørvi og útsýnið yvir Froðba og Trongisvágsfjørð er einastandandi. Tó, túrurin kundi vera ...sera illfýsin viðhvørt.
Tá Froðbiar Skúli var niðurlagdur í 19.. misti gøtan sín týdning og bleiv nú einans nýtt av fólki, ið spákaðu sær ein túr, ella av seyði. Sum er við øllum tílíkum, ið ikki verður nýtt, so tekur náttúran spakuliga yvir og seinastu mongu árini hevur hon verið fullkomuliga tilgrógvin.
Dugnaligu arbeiðsmenninir hjá Tvøroyrar Kommunu hava í seinastuni fríðkað um økið. Tummas Sørensen, leiðari á teknisku deild Tvøroyrar Kommunu, sigur, at flagið er tikið omanav gøtuni og er partvíst nýtt aftur inni á “Trappuni”, ið fólk nevna tað, beint vestanfyri bakaríið hjá Arnold Gaard. Gøtan er nú asfalterað og egnar seg framúr væl hjá teimum, ið ynskja at spáka ein góðan túr.
Myndina hevur Tummas Niclasen, ið starvast í teknisku deild hjá Tvøroyrar Kommunu, tikið.Tummas Niclasen og Kári Debes hava eisini staðið fyri arbeiðinum við at dagføra gøtuna.

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo