UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-11-2017

Tilflytarakvøld á Seglloftinum 22/11

Nýggjur borgari á Tvøroyri?
Komandi ónskvøld, 22. November, kl. 19:00, verður Seglloftið karmur um forvitnisligt tiltak. Hetta kvøld er tilflytarin í fokus.
Tvøroyrar Kommuna arbeiðir miðvíst við einari virðis- og visjónstilgongd og er hetta ein nátúrligur partur í menningini av kommununi. Tilflytarar, óansæð teir eru útlendskir, ella aðrastaðni úr Føroyum, eru allir við til at menna og seta dám á kommununa.
Ónskvøldið vóna vit at síggja so nógvir tilflytarar sum gjørligt. T...vøroyrar Kommuna hevur júst latið eitt kunningarheftið til tilflytarar úr hondum. Heftið er á føroyskum og enskum og verður tað avdúkað á kvøldinum.
Nancy Steinkross, úr Ghana, og Marina Popovic, úr Serbia, koma at fortelja um hvussu tær komu til Tvøroyrar og hvat tær hava gjørt fyri at trívast á staðnum. Eyðun Nolsøe, ið er tilflytari úr Klaksvík, kemur eisini at syngja nøkur løg fyri okkum .
Virkandi borgarstjórin og umboð fyri umsitingina, verða eisini til staðar á kvøldinum.
Kaffi og okkurt aftur við, verður at fáa. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

New citizen in Tvøroyri Municipality?
On Wednesday 22. November at 19om, a special event will be held in the “Seglloftið”. This night the new citizen will be in focus.
The Municipality of Tvøroyri is working on a new value- and visionary proces, and an event of this kind, is a natural part of improving the municipality. New citizens, no matter if they com from different countries or other Faroese municipalities, are all a part of the city’s progress.
On Wednesday we hope to see as many of our new citizens as possible. Tvøroyri Municipality has just finished an information brochure, aiming to answer most of the questions a new citizen might ask. The brochure is in English and Faroese, and will be revealed at the event.
Nancy Steinkross, from Ghana, and Marina Popivic, from Serbia, will be present to tell us about their experiences when the moved to Tvøroyri and how they have settled in the municipality. Musician Eyðun Nolsøe, originally from Klaksvík, will play some music.
The present mayor, at members of the municipality’s administration, will be present at the event.
We offer coffee and cookies, and the event is free. We hope to see as many as possible – everyone is welcome.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo