UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
05-04-2018

Mentanarnáttin á Tvøroyri 5 ár á baki

Fríggjadagin 6. Juli 2018 verður árliga mentanarnáttin á Tvøroyri. Hon varð hildin á fyrsta sinni 11. Juli 2011 og hevur undirtøkan verið sera góð øll árini.

Á skránni er ein ørgrynna av tiltøkum: Tónleikur, listaframsýningar, bókaframløgur, mótasýning, smakkroyndir av mati, gongutúrar, rundvísingar og mangt annað.

Í ár er samtykt at víðka nakað um sjálva mentanarnáttina, soleiðis at einstøk tiltøk eisini verða í døgunum undan 6. Juli. Skráin verður kunngjørd beinanvegin hon er liðug.

Í samband við mentanartiltøkini, heitir Tvøroyrar Kommuna á listarfólk, vinnurekandi, ítróttarfeløg, skúlar og fyritøkur, um at koma við sínum íkasti til mentanarnáttina. Hava tit eitt tiltak í umbúna, ella hava tit eitt gott hugskot, so boðið endiliga frá.

Mentanarnáttin er ein góður sýnisgluggi fyri tað, ið ein hevur uppá hjarta. Sjóneykað hjá miðlunum er vent móti býnum og fólk í hópatali leita sær til ymisku tiltøkini – Kunningarstovan og Tvøroyrar Kommuna hjálpa við marknaðarføring og hjálpa eisini til, við at finna hølir til endamálið.

Tey, ið hava áhuga í at luttaka á mentanarnáttini, ella hava eitt gott hugskot, eru vælkomin at seta seg í samband við Kunningarstovuna ella Tvøroyrar Kommunu. Seinasta freist at boða frá luttøku ella senda uppskot inn, er fríggjadagin 4. Mai 2018.

Til ber at ringja á 284480 ella 214614.

Teldupostur kann sendast til tvoroyri@tvoroyri.fo

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo