UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
18-02-2015

Upplatingartíðirnar víðkaðar

 

 
Sum ein liður í at betra tænastuna fyri borgararnar í kommununi, verða upplatingartíðirnar á býráðsskrivstovuni nú broyttar. Frá mánadegnum 23. Februar, verður móttøkan mannað frá kl. 08:00 á morgni. Tað fer sostatt at bera til bæði at ringja og møta persónliga upp, um okkurt er, ið greiða ynskist á.

Nógv fólk eru flutt til kommununa seinastu árini og vinnulívsmynstrið í býnum er nógv broytt og vaksið. Hetta merkist sjálvandi eisini á býráðsskrivstovuni og vilja vit tí royna hendan leistin, fyri at nøkta tørvin hjá borgarunum og vitjandi annars.

Soleiðis verður opið komandi tíðina:

Mánadag – Tórsdag

08:00 – 12:00 og 13:00 – 16:00  

Fríggjadagur

08:00 – 12:00 og 13:00 – 15:00

 




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo