20-02-2015
Heiðatrøðin fingið bilverju
Nýggjasti býlingurin í Tvøroyrar Kommunu, Heiðatrøðin, er nú vorðin tryggjað við bilverju. Síðan býlingurin tók skap, hava fleiri bilóhapp verið á staðnum, hóast vegastrekkið ikki telist millum tey smalastu og mest krókutu í kommununi. Ferðslan á økinum er tó stór og nøgdin av óhappum á staðnum, hevur so havt við sær at kommunan hevur valt at tryggjað vegkantin við bilverju. Arbeiðið er framvegis í gongd og verður væntandi liðugt í komandi viku, sigur Tummas Sørensen, býarverkfrøðingur.
Vegastrekkið við Bedingina næst á skránni
Eitt vegastrekki, ið mong vildu mett hava størri tørv á bilverju, er tað við gomlu “Bedingina” í Trongisvági. Strekkið er stutt, men tað er rættuliga høgt omanav, skuldi óhappið hent. Tvøroyrar Kommuna hevur tí raðfest bilverju, har á staðnum, frammalaga í tíðarætlanini hjá teknisku nevnd og verður vøntandi farið undir hetta arbeiðið í vár.