UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
20-07-2018

Varðin Pelagic, Pakkhús 4 og MC-koyring á mentanarnáttini

Størsta arbeiðsplássið í oynni er sjálvandi eisini við á mentanarnáttini og er tað at fegnast um. Hin 9. Juni 2017 var ein sannur sorgardagur á Tvøroyri, tí táverandi virkið brendi í grund. Nú, gott eitt ár eftir syrgiligu hendingina, kunnu vit hátíðarhalda mentanarnátt á Tvøroyri, frammanfyri einum enn størri virki, har størri dentur hevur verið lagdur á tann estetiska partin.

Á degnum í dag, tekur Varðin Pelagic, alment, økið frammanfyri skrivstovubygninginum í brúk. Økið við hylinum er sera vakurt á at líta, við trætrappum allan vegin runt og vøkrum ljósum frammanfyri.

Í dag frá kl. 17:00 til uml. Kl. 21:00, verður umrødda økið karmur um ymiskt áhugavert. Ludvík, Maria og dansararnir koma at framføra, til ber at síggja 3D-myndir av nýggja virkinum í Skálanum, gakk tær ein túr á nýggja virkinum við “Virtual Reality” brillum, fá tær kaffi, køkur og sunkist, ella stuttleika tær eina løtu á súkklubátunum í hylinum.

Søludeildin hevur framløgu um logistikk í fundarhølinum á 1. Hædd, Elin Súsanna W. Mortensen og Gudmund Mortensen spæla nøkur løg og Tvøroyrar Skjalasavn hevur eisini fyrilestur á sama staði.

Tíðirnar fyri nær alt hendir, síggja tit í skránni her http://www.tvk.fo/content.asp?sid=4863&id=2. Øll tiltøk eru ókeypis.

 

Pakkhús 4, ungdómshúsið á Tvøroyri, bjóðar eisini á gátt á mentanarnáttini. Í hesum hugnaliga bygningi, har fjálgað verður um yngra ættarlið okkara, ber til at fáa eitt prát aftur við einum kaffimunni og annars síggja tað, ið tey ungu hava tilevnað gjøgnum árið. Opið er frá 17:00 – 21:00

 

Beint uttanfyri Pakkhús 4, koma motorsúkklur at standa. MC-áhugaði í oynni hava játtað at koyra ein túr í dag og leggja leiðina framvið havnarlagnum.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo