UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
12-09-2018

Føroyanevndin á vitjan

Føroyanevndin hjá Fólkatinginum á vitjan

Sum liður í vitjanini hjá Føroyanevndini í Danska Fólkatinginum, vitjaði ferðalagið suðuroynna í gjár. Eftir at hava vitjað Marghøllina og Páls Høll í Vági, gekk leiðin til Tvøroyrar.
Byrjað varð við nýggja, stóra virkinum á havnarlagnum á Tvøroyri, Varðin Pelagic, har gestirnir fingu kunning um ætlanirnar hjá Varðanum og eisini vórðu víst runt á virkinum.
M/s Thorshavn, ið fyrr var tænastuskip hjá ríkisumboðnum, sigldi síðan ferðalagið yvir til stásiliga mentanarhúsið SALT, har Ólavur Rasmussen, stjóri, tók ímóti. Skipari á túrinum var Jóannes Eidesgaard, fyrrv. løgmaður. Komin inn í SALT, tóku umboð fyri Tvøroyrar Býráð ímóti, áðrenn Ólavur Rasmussen hegnisliga greiddi frá sermerktu søguni hjá bygninginum.
Pól Arni Holm og Uni R. Debess, limir úr bólkinum Hamradun, tóku síðan yvir. Løtan var gandakend, tá teir trivu í m.a. lagið "Kirsten Piils Kilde" - gestirnir vóru rúnarbundnir av dugnaligu tónleikarunum, ið vit eru so heppin at hava sum partur av býarmyndini.
Vitjanin endaði við einum døgurða, ið Tvøroyrar Kommuna var vertur fyri. Anita Vibergsdóttir, varaborgarstjóri, segði nøkur orð vegna Tvøroyrar Kommunu og Magni Arge, formaður í Føroyanevndini, helt eina røðu og handaði varaborgarstjóranum og Ólavi Rasmussen Eina gávu. Magni Arge takkaði stórliga fyri blíðskapin og segði, at tað fyri hann altíð var nakað serligt at koma til suðuroyar - ikki minst Tvøroyri, har hann hevði nógv góð minnir frá tíð síni sum útvarpari í stórheitstíðini hjá TB.

Myndir frá vitjanini síggjast á Facebook síðuni hjá kommununi, her: https://www.facebook.com/tvoroyri/ 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo