UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
25-09-2018

Vitjanartænastan sóknast eftir vitjanarvinum

Væl umtókta vitjanartænastan hjá Tvøroyrar Kommunu hevur nú virkað síðan desember 2016 og eru fleiri borgarar, ið javnan fáa vitjan. Tó, so er tørvur á fleiri vitjanarvinum, tí nøkur eru komin á bíðilista, ið ynskja vitjan.

Hevur tú hug til at gleða við eini vitjan? Set teg so í samband við Vitjanartænastuna hjá Tvøroyrar Kommunu. At verða vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín einaferð um vikuna. Hvør vitjan varir ein til tveir tímar, ella eftir avtalu. Sum vitjanarvinur skalt tú vera minst 18 ár, vera álítandi, vinalig/ur og virða menniskju, sum tey eru.

Tað ber altíð til at ringja og bjóða seg fram sum vitjanarvin, ella at seta fram ynski um at fáa vitjan. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og øll eru hjartaliga vælkomin at seta seg í samband við Marit á 281339 ella Bergljót á 294216. 

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo