Á býráðsfundi í gjárkvøldið varð endaliga samtykt, at komandi, nýggi skúlin á Tvøroyri, skal staðsetast har verandi skúlin er. Seinastu mongu árini hevur spurningurin verið uppi at venda júst hvar hann skuldi vera, men tað er ongantíð komin nøkur endalig staðseting.
Í gjárkvøldið eydnaðist tað at fáa ein meiriluta fyri staðsetingini á Tvøroyri og er tað at gleðast yvir, at hetta mál nú endiliga er avgreitt. Fyri framman liggur so arbeiðið við at fáa gjørt langtíðaríløgur og ætlanir fyri, hvussu farast skal fram. At staðsetingin nú er samtykt, fer at gera hetta arbeiðið lættari, hóast skúlin ikki verður bygdur í ár ella næsta ár.