26-03-2019
Nógv virksemi á havnarlagnum
Vanliga umrøða vit framvið bryggjukantinum, men eisini uppi á bryggjuni er nógv virksemi í hesum døgum.
Tá vit hugdu framvið í síðstu viku var heldur rokasligt á at líta. Á havnarlagnum við eystara enda á Varðanum Pelagic, verður bryggjukantur í løtuni stoyptur. Á hinari síðuni av virkinum, niðan móti býnum, verða kloakkviðurskiftini dagførd.
Fyri endan av Doktaragøtu og nakað væl vestureftir, verður í løtuni grivið fyri el-kaðali hjá SEV og framvið suðurendanum á Delta Seafood verður bryggjukanturin dagførdur. Grótið fór illa í hørðum uppgangi herfyri – helst eru broyttu bryggjuviðurskiftini á Tvøroyri ein orsøk til tað og tí verða tillagingar gjørdar, soleiðis at hetta ikki hendir aftur