Fólkatalsvøksturin á Tvøroyri heldur fram, sambært seinastu tølunum hjá Landsfólkayvirlitinum.
Hyggja vit at fólkatalinum á Tvøroyri hin 1. Apríl 2018, so búðu 1703 fólk í kommununi. Nú eitt ár er farið afturum, eru vit 1727 íbúgvar – 24 fleiri, ella góð 1,4 %. Hetta er nakað undir miðal fólkavøksturin í landinum, men tó er tað at gleðast um at fólkavøkstur er í kommununi.
Tølini fyri allar kommunur í Suðuroynni síggja soleiðis út í dag(Fyrra tal er fyri 2018 og seinna fyri 2019:
Tvøroyri 1703/1727, +24
Porkeri 312/321, +9
Fámjin 79/82, +3
Hov 99/102, +3
Sumba 360/362, +2
Hvalba 674/675, +1
Vágur 1372/1347, -25