UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
11-04-2019

Óvanligt virksemi á fjørðinum

Í morgun varnaðust fólk, at okkurt serligt var í gongd á fjørðinum. Bátar sleipaðu rør úteftir fjørðinum, yvir móti virkinum hjá Varðanum Pelagic.

Á havnaskrivstovuni hava teir fingið fleiri fyrispurningar um, hvat hetta er. Tað stutta svarið er, at hetta eru rør, ið skulu brúkast til sjógvinntakið hjá Varðanum. Tá sett er fast, verða rørini søkt niður á havsbotn.

Arbeiðið er framvegis í gongd, men verður væntandi skjótt liðugt.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo