UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
29-05-2019

Danska sjóverjan opið skip á mentanarnáttini

Sum ein liður í góða samstarvinum Tvøroyrar Kommuna altíð hevur havt við donsku sjóverjuna, er tað okkum ein gleði at kunna kunngera, at vit eisini í ár fáa vitjan av einum av donsku sjóverjuskipunum, á mentanarnáttini. Í ár er tað verjuskipið P571 Ejnar Mikkelsen, ið vitjar. Skipið hoyrir til Knud Rasmussen-klassan og er fyrst og fremst bygt til eftirlit í økinum kring Grønland.

Skipið fór av bakkastokki hin 1. Juli 2007 og varð tikið í nýtslu 16. Januar 2009. Ejnar Mikkelsen er 72 metrar langt og 14,6 metrar breitt, við einari dýpd á 4,95 metrar. Hægsta ferð er uppgivin til at vera 17 Knob og er skipið mett at røkka um 3.000 sjómíl. Tá skipið leggur at havnarlagnum, telur manningin 19 mans.

Manningin bjóðar øllum áhugaðum hjartaliga vælkomin umborð, í tíðarbilinum 19:00 – 22:00.

Tvøroyrar Kommuna takkar skipara og manning umborð á HDMS Ejnar Mikkelsen fyri luttøkuna á mentanarnáttini og ynskja gestunum eitt gott og gevandi uppihald á Tvøroyri.

(Mynd: Erik Christensen) 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo