UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
13-02-2020

Óvanligt tilflytingarmynstur á Tvøroyri

Vanligt er, at tá várið byrjar, so byrja tilflytingarnar at taka ferð á seg á Tvøroyri, men okkurt bendir á, at vanliga mynstrið er broytt í ár, tí óvanliga nógvar tilflytingar eru longu skrásettar higartil í ár.

Síðan 1. januar 2020 hava vit fingið 39 tilflytingarfráboðanir til Tvøroyrar kommunu og er tað væl meir enn vanligt. Taka vit gongdina í fókatalinum 1 ár aftur, so búðu 1722 fólk á Tvøroyri hin 13. februar 2019, meðan tað í dag búgva 1737 fólk á Tvøroyri, sambært seinastu tølunum frá Landsfólkayvirlitinum.

Fleiri barnafamiljur flyta til Tvøroyrar

Tað serliga og gleðiliga við gongdini í fólkatalinum er, at eisini fleiri barnafamiljur flyta til kommununa. Hesar fyrstu 44 dagarnir av árinum, hava vit fingið heili 12 børn í barnagarðsaldri afturat í kommununi og fleiri eru ávegis.

Úr barnagarðinum Mýrifípuni, ið júst hevur fingið nýggjan, stásiligan tilbygning, vátta tey eisini gongdina. Har er sera stórur eftirspurningur eftir ansingarplássi og stovurnar fyllast skjótt.

Í komandi viku fara vit at vitja nakrar av hesum barnafamiljunum og gera samrøður við tær.




Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo