UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
01-10-2020

Brandvenjing í Tvøroyrar Skúla

Í dag var brandvenjing í Tvøroyrar skúla. kl. 09:02 fór brandalarmurin á skúlanum í gongd. Alarmsentralurin í Tórshavn setti seg beinanvegin í samband við allar sløkkiliðsmenninir, har ímillum átaksleiðarin, Anfinn Leo.

Uml. Kl. 09:05 var átaksleiðarin í skúlagarðinum og tá vóru øll børnini og allir lærarir komin út. Átaksleiðarin sigur, at evakueringsætlanin gekk framúrskarandi væl og er hann sera væl nøgdur við hetta.

Kl. 09:23 stóð sløkkiliðsbilurin í skúlagarðinum og Tvøroyrar Sløkkilið fór í gongd við at leggja sløkkingarætlanina til rættis. Sambært upplýsingunum átaksleiðarin hevði fingið, vóru tvey børn eftir, ovast í skúlanum, har lívfrøðishølini eru – roykur sást eisini koma úr hesum hølum. Anfinn sigur, at samskiftið millum sløkkiliðsmenninir gekk serstakliga væl. Frá teir fóru inn við slanguni og til bæði børn vóru úti, gekk einans 4 minuttir.

Samanum tikið, ein sera væl eydnað brandroynd. Hóast her “bert” var talan um eina venjing, eru fleiri góð ting vit kunnu taka við í skjáttuna, sigur Anfinn Leo.

Eftirmeting var við skúlamyndugleikarnar aftaná og eisini harfrá vóru afturmeldingarnar sera góðar.

Fleiri myndir eru at tíggja á síðuni hjá Tvøroyrar kommunu, sí https://www.facebook.com/tvoroyri
 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo