UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
05-10-2020

Val til Eldraráð í Suðuroy – 10. november 2020

Endamálið hjá eldraráðnum er at betra og útbyggja sambandið millum eldri borgarar og  Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy (BHS).

Fyri at stilla upp skalt tú sjálvan valdagin vera 60 ár ella eldri. Valskeiðið gongur frá 1. jan. 2021 til 31. des. 2024

Valevnisfráboðan fæst á skrivstovunum hjá kommununum í Suðuroy.

Saman við valevnisfráboðanini skulu undirskriftir frá minst tveimum stillarum fylgja við, sum lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið.

Eingin kann vera stillari fyri meira enn einum valevni.

Fráboðanin skal latast einari av skrivstovunum í kommununum, í seinasta lagi fríggjadagin 16. okt. 2020 kl.12.00.

Persónar á innkomnu valevnislistum verða førdir á eitt samlað yvirlit, ið verður almannakunngjørt.

Eldraráðið verður samansett eftir sama leisti, sum stýrið fyri BHS: 

  • Vágs og Tvøroyrar kommuna  2. limir hvør
  • Sumbiar, Porkeris, Hovs, Fámjens og Hvalbiar kommuna  1. lim hvør

Eldraráðið skipar seg sjálvt. Næstvaldu á viðkomandi vallistum verða varalimir eftir galdandi valreglum.

 
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo