UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
23-10-2020

Flogvanlukkan 23. oktober 1954

23. oktober 1954: Bretsk hernaðarflogfar í flogvanlukku á Trongisvágsfirði

 

Í kirkjugarðinum undir Akurgerði eru tvær gravir ið kunnu vekja undran. Talan er nevniliga um tveir hermenn frá Royal Airforce, ið eru deyðir næstan 10 ár aftaná seinni heimskríggj. 

 

Í Føroyatíðindi 23. oktober 1954, verður syndarliga vanlukkan umrødd, tá enska “Sunderland-flogfarið” setti seg á trongisvágsfjørð. Um middagsleitið setti flogfarið seg á vágna í Øravík og fór við miklari ferð út móti Tjaldavíkshólmi. Brádliga rendi flogfarið seg á eina havaldu og framparturin stakk seg niður í havið.

 

Avísin skrivar, at fýra mans komu út á vongin og fóru at pumpa ein gummibát upp. Fagriklettur úr Vági, ið var staddur beint við, fór beinanvegin, saman við smábátum, til hjálpar. Tað eydnaðist at bjarga 9 monnum, ið vórðu fluttir til Tvøroyrar – 5 av teimum endaðu á sjúkrahúsinum, harav tann eini seinni doyði á sjúkrahúsinum. Eftir í flogfarinum vóru 3 mans, ið lótu lív, tá flúgvibáturin fór undir.

 

Endamálið við flogferðini var at heinta ein illa sjúkan trolaramann, frá skipinum “Kingston Amber”. Í staðin endaði bjargingarferðin við, at 4 mans lótu lív og fleiri vórðu illa løstaðir. Enska herskipið H.M.S. Pincher var nú ávegis úr Reykjavík og skuldi avheinta menninar.

 

Tá Pincher kom, var stór mannfjøld komin saman á havnarlagnum, fyri at vísa samkenslu. Alt var kvirt tá bilarnir komu við teimum deyðu. Restin av manningini, fyri uttan 2, ið vóru eftir á sjúkrahúsinum, varð flutt umborð, saman við sjúka trolaramanninum.

 

30. oktober 1954 endurgav Føroyatíðindi soljóðandi telegram frá “Coastal Command”, ið varð sent til ovastan fyri føroyska marinudistriktinum, kommandør Madsen: “Ovasti leiðarin fyri Coastal Command, takkar tykkum fyri skjóta og dugnaliga hjálp seinasta leygardag undir ólukuni í Føroyum. Radiotelegrafistum, myndugleikum, læknum, sjúkrasystrum, fiskimonnum og hartil øllum í Trongisvági hvørs hjálp teir reddaðu frá flúgvibátinum nú munna skylda teirra lív.”

 

3 mans vóru framvegis í flogfarinum, á havsins botni. Flogfarið varð sleipað inn til økið við Lítla Holm, men har var mórubotnur og kavarin, ið var niðri og kannaði umstøðurnar, mátti vísa størsta varsemi og í fyrstu atløgu vóru menninir verandi í flogfarinum.

 

6. november skrivar Føroyatíðindi, at H.M.S. Welcome er ávegis til Tvøroyrar, við einari kanningarnevnd, ið skal kanna umstøðurnar við havarínum.

 

31. desember 1954 ber til at lesa í Føroyatíðindi, at 23 ára gamli navigatørurin Allan Abercrombie Howatson var funnin og skuldi jarðast Undir Akurgerði nýggjársdag

 

8. januar 1955 berast aftur tíðindi í Føroyatíðindi um vanlukkuna. Arbeitt hevði verið uppá at bjarga flogfarinum og í tí sambandi varð ein av teimum deyðu funnin. Tað var flogskiparin, 31 ára gamli John Raymond Hill.  Føroyatíðindi nevnir eisini, at ein annar maður áður varð funnin og bleiv hátíðarliga jarðaður nýggjársdag – hetta hevur verið Allan A. Howatson.

 

3. maðurin varð ongantíð funnin og 29. januar er ein heilsan í Føroyatíðindi, frá Royal Air Force, við einari tøkk til øll tey, ið høvdu hjálpt til, har ímillum Ejler Djurhuus, sála. Ein forvitnislig samrøða um júst flogvanlukkuna, er at finna í Lions Blaðnum í 2008.

 

Skrásett í skipanini hjá Tvøroyrar Kommunu er soljóðandi:

 

Grav_nr               47

D_dagur               01-01-1955

Navn      Fly off. Ved R.AF. hjemsted: Harriet Crecent- Skotland

Bygd      Skotland

Aldur      23 ár

 

Grav_nr               48

D_dagur               14-01-1955

Navn      John Ragmond Hill, Rembrok- Wales

Bygd      England

Aldur      31 ár

 

Tilfarið vit hava nýtt til greinina, sæst sum viðheft til hesa grein og til ber at klikkja á leinkjurnar:
 
Føroyatíðindi 23/10-1954, 30/10-1954, 6/11-1954, 31/12-1954, 8/1-1955, 29/1-1955
 
Lions Blaðið desember 2008 

Takk fyri hjálpina til Einar Larsen.





Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo