Seinastu tíðina eru fleiri fráboðanir um rottu á sosialum miðum, har fólk vísa á trupulleikar av rottu á Tvøroyri.
Upplýsast skal, at og Tvøroyrar kommuna tekur trupulleikan við rottu í størsta álvara, og ger nógv fyri at týna rottu. Kommuna vil gera vart við, at tað er sera umráðandi, at ein og hvør, ið varnast rottu, uttan mun til hvar, eigur beinanvegin at boða kommununi frá, annaðhvørt umvegis tlf. 611085, ella á tvoroyri@tvoroyri.fo
Kommunurnar hava ábyrgd av fyribyrging og týning av rottu bæði í bygdum sum óbygdum, og lógin áleggur somuleiðis kommunum at skipa fyri ókeypis týning av rottum. Tað merkir, at hvør einstakur, ið hevur trupulleikar av rottu, kann venda sær til kommununa um hjálp og samstundis fáa vegleiðing um, hvussu best verður byrgt upp fyri rottum.
Upplýsast kann, at Tvøroyrar kommuna hevur 194 rottukassar kring um í kommununi, sum regluliga vera eftirhugdur og fyltir við eitur eftir tørvi. Kommuna hevur allar størsta áhugan í at tína rottu, og er altíð sinna at eftirmeta tørvin á rottukassum og um mett neyðugt, útvega sær enn fleiri.
Fyri at koma trupulleikanum til lívs, mugu kommuna og borgari gera eitt felags átak at tryggja, at rottan verður týnd. Hetta kann gerast við niðanfyri ráðum, ið eru fyribyrgjandi fyri at rotta kemur inn á ogn tína.
Upplýsast skal, at umhvørvislógin áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun, at avmarka livumøguleikarnar hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.
Umráðandi í stríðnum móti rottu eru tær fráboðanir,sum borgari gevur. Tí er tað sera umráðandi, at tann, ið sær rottu ella farvegin eftir rottu, beinanvegin vendir sær til Tvøroyrar Kommunu á tlf. 611085 ella á tvoroyri@tvoroyri.fo
Sum nevnt, hevur tekniska deild 194 rottukassar standandi kring um í kommununi, sum aktingarmaður tekur sær av, í mun til at fylla gift á, og um mett neyðugt flyta hesar, ella seta enn fleiri kassar upp.
Meira kann lesast um fyribyrging av rottu her : https://www.us.fo/Default.aspx?ID=13987