UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
12-11-2020

Úrslitið av Býráðsvalinum 10. novembur 2020.

Týsdagin 10. november var kommunustýrisval um alt landið.  Á Tvøroyri stillaði 28 fólk upp, harav 10 kvinnur, sum bjóðaðu seg fram til teir 7 sessirnir í Tvøroyrar býráð komandi 4 árini.

Tvøroyrar kommuna takkar øllum valevnunum, fyri at stilla upp til kommunustýrisvalið, og ynskir samstundis teimum 7, ið vóru vald, tillukku við valinum.  

Tey sum mannað Tvøroyrar býráð komandi 4 árini frá 1. januar 2021 til 31. desember 2024 eru:
  • Listi T Felagslistin, Kristin Michelsen, Anita Vibergsdóttir, Alvi Mortensen, Jónleyg J. Bech
  • Lista C Javnarflokkurin, Bjarni Hammer, Kristina Roest, Súsanna Bertholdsen
Skúlastýrið
Veljast skuldi eisini 3 foreldraumboð til Skúlastýrið. Hesi skulu saman við 2 umboðum úr nýggja Býráðnum, skúlastjóranum og einum skúlaumboði manna Skúlastýrið komandi 4 árini.
 
Tvøroyrar kommuna takkar øllum valevnunum fyri at stilla upp til skúlastýrisvalið, og ynskir teimum, ið vóru vald tillukku við valinum.   
 
Foreldraumboðini í Skúlastýrinum komandi 4 árini eru: Annika Jónsveinsdóttir, Regitsa Johannesen og Sára Ellendersen -Tiltakslimir eru: Rasmus Rasmussen, Sára Olsen og Siri Andreasen 
 
Eldraráðið
Ætlanin var eisini at velja 2 umboð til Eldraráðið fyri Bú- og Heimatænastuna. Men vegna lítla undirtøku at stilla upp til Eldraráðið, í øllum kommunum í Suðuroynni, er avgjørt, at á fyrst komandi stýrisfundi í Bú- og Heimatænastuni verður støða tikin til, hvussu Eldraráðið verður skipa og hvørji umboðini vera.  
 
Samanumtikið 
Tvøroyrar kommuna takkar Kringvarpinum fyri teirra áhuga í kommunuvalinum, og teirra avgerð at senda beinleiðis frá valstaðnum í Trongisvági, við góðum frásøgnum av trimum dugnaligum frásøgufólkum -øll 3 úr Suðuroynni.
 
Tvøroyrar kommuna takkar Valnevndini og øllum hjálparfólkum teirra, fyri ein sera væl fyriskipaðan valdag, ið frammanundan kravdi nógvar fyrireikingar, nú atlit skuldu takast at fyribyrgja smittu við Koronu.
 
Men mest av øllum takkar Tvøroyrar kommuna øllum veljarum fyri at vísa kommunuvalinum stóran áhuga. Heili 1196 fólk greiddu atkvøðu, sum svarar til 90,3% av teimum sum høvdu valrætt. Hetta er met og tekin um, at borgarar í Tvøroyrar kommunu hava stóran áhuga fyri teirra kommunu.
 
Øll úrslit fyri kommunuvalið á Tvøroyri kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, sí her
 
Fróði Mortensen 
Kommunustjóri
 
 
 
 

 


 

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo