08-12-2020
Almenna svimjingin á Tvøroyri
Kunning og reglugerðir fyri almennari svimjing í svimjihylinum á Tvøroyri.
UMFRAMT NIÐANFYRI REGLUGERÐIR ERU ALTÍÐ NÝGGJASTU ÁSETINGARNAR AT FYRIBYRGJA COVIT-19 SMITTU GALDANDI. NÆRRI RÁÐGEVING HESUM VIÐVÍKJANDI FÆST Á HEIMASÍÐUNI HJÁ KORONA RÁÐGEVINGINI: HER
Svimjihylurin er vanl. opin hesar tíðir:
Týsdag | 16:00 - 19:00 |
Tórsdag | 16:00 - 19:00 (16:00 til 17:00 -Mannfólkasvimjing-) |
Fríggjadag | 17:00 - 20:00 |
Leygardag | 13:00 - 17:00 (13:00 til 14:00 -Kvinnusvimjing-) |
Sunnudag | 08:30 - 10:30 |
Tað skal vera ein stuttleiki at vitja svimjihylin, um enn nakrar reglar eru.
Reglur:
- Boð frá starvsfólkinum skulu fylgjast.
- Lat teg úr øllum klæðunum og vaska tær væl, áðrenn tú fert í hylin. Tvs. at tey, sum ynskja at svimja, skulu vaska sær væl við sápu um allan kroppin áðrenn fari verður í svimjiklæðini, eins og hári skal vaskast og skolast væl, áðrenn farið verður í hylin.
- Svimjiklæðini skulu verða rein.
- Svimjihøllin tekur onga ábyrgd av virðislutum, klæðum o.ø. hjá teimum vitjandi.
- Gev gætur viðv. uppsløgum og fylg leiðreglarnar.
- Børn undir sjey ár skulu vera saman við vaksnum fólki.
- Børn yvir 7 ár skulu ikki upphalda sær í umklæðingarrúm hjá mótsetta kyni.
- Um børn ikki kunna svimja sjálvi uttan brúk av hjálpitólum, skulu foreldur hava eftirlit við barninum
- Umklæðingarrúmið skal vera turt økið, tvs. ein skal turka sær inni í brúsiøkinum
- Tey, sum leiga svimjihylin, hava sjálvi ábyrgdina av trygdini, og at reglugerðin verður fylgd.
Tað er ikki loyvt: - at roykja
- at svimja ávirkaður.
- at renna og spæla í svimjihøllini, umklæðingar og brúsirúmum.
- tað er bannað at skumpa ein annan í hylin, og halda øðrum undir.
- at halda gang (rópa, skrála, beistast o.l.)
- at hava við sær svimjiútbúnað, so sum svimjuføtir, bóltar, snorkul o.t. við sær í hylin, uttan at hetta er umrøtt og givið loyvið til tess av starvsfólkinum í hylinum.
- at hava fløskur, góðgæti og mat við sær inn í svimjihøllina.
- at vera vera fleiri enn ein persónur á vippuni í senn
- tað er ikki loyvt at hava við sær myndatól ella telefon við myndatólið í svimjihøllina, tvs. tað er strangliga banna at taka myndir í skiftirúmum, baðirúmum og svimjihylinum.
- at kava í tí grunna partinum av hylinum
- tað er ikki loyvt at svimja um ein hevur opið sár.
Víst verður eisini til vegleiðingina hjá Umhvørvisstovuni: