Í fjør avgjørdi býráðið á Tvøroyri at játta pening til keyp av nýggjum jólaprýði til býin. Hetta hava flest øll lagt merkið til, sum hava verið á vegteiginum millum Bónus og Toystovuna og parkeringsøkið í miðbýnum.
Grannið við ljósperum og stóru mánalíku kúlurnar bleiktra stillisliga og ljóssamansetingin hóskar til stóra jólatræið. Móttøkan hevur sum heild verið stak góð, tó at bilførar í teimum stóru akførunum hava víst á, eitt avmarkað flytiføri eftir Sjógøtu.
Talan hevur verið um eitt slag av royndarári, og tekniska deild fer saman við Kunningarstovuni á Tvøroyri, at eftirmeta staðsetingina og samansetingina í ár, soleiðis at jólaprýðið framyvir á skynsaman hátt kann vera við til at seta ein hugnaligan og jólaligan dám á býin, hesa ársins myrkastu tíð.