Søkt verður hervið eftir fólki at reka kantinuna í ítróttarhøllini í Trongisvági frá 1. januar 2021.
Ynskið er, at kantinan verður rikin vinnuliga, og at ein 5 ára sáttmáli verður gjørdur við Tvøroyrar Kommunu. Les nærri her
Avtalan umfatar einkarætt til sølu frá og í kantinuni, eftir nærri ásettum reglum. M.a. er tað ein treyt at kantinan skal vera opin, tá ið tiltøk eru í høllini.
Húsaleiga, el og hiti verður goldin sambært ásetingunum í sáttmálanum.
Áhugað sum hava spurningar ella ynskja at síggja hølini og umstøðurnar, kunna venda seg til kommunuskrivstovuna á tlf. 611085.
Kommunan tilskilar sær rætt til at velja frítt millum innkomnu boðini ella um mett neyðugt søkja av nýggjum.
Freistin at innlata tilboð uppá raksturin er 7. januar 2021, kl. 12.00.