Borgarstjórin Kristin Michelsen vitjaði í kommunulæknaviðtaluni í dag, fyri at heilsa uppá og ynskja Knud Rasmussen ,og konuni Bente Bækgaard, vælkomin til Tvøroyrar, nú bæði byrja í nýggja starvinum í viðtaluni. Hann sum kommunulækni og hon sum praksissjúkrasýstur.
Knud Rasmussen nam sær embætisprógv í læknafrøði í 1983 frá lærdaháskúlanum í Århus. Í 1989 vann hann sær rættindi til heitið serlækni i almennum medisini. Hann hevur eitt nú starvast sum lækni á sjúkrahúsinum í Viborg, sum tyrlulækni í fleiri altjóða ørindum, vaktlækni í Jyllandi og síðan 2013 í ymiskum viðtalum í Føroyum sum kommunulæknaavloysari, m.a. á Tvøroyri, har hann hevur arbeitt nakrar ferðir seinastu tvey árini.
Knud Rasmusen og konan Bente komu til Tvøroyrar í dag, og byrja tey bæði í kommunulæknaviðtaluni á Tvøroyri beinanvegin, hann sum kommunulækni og hon sum praksissjúkrasýstur.