01-09-2015
Útbjóðing: Tilboð uppá umvæling av høli
Mentananarnevndin hjá Tvøroyrar Kommunu hevur gjørt av, at umvælingin av hølinum hjá heilsufrøðinginum í Tvøroyrar skúla, skal bjóðast út.
Arbeiðið fevnir um at leggja nýtt trægólv, gera hálvvegg sambært
viðløgdu tekning, og at mála loftið í 41 m2 stóra hølinum.
Sum alternativ kann tilboð gevast uppá at fjerna gólvteppið og slípa verandi trægólv.
Tað ber til at síggja hølið við at ringja til Kjartan Johansen, húsavørður, á fartlf. 227955.
Teir bjóðandi verða bidnir um, at geva eitt samlað tilboð fyri allar arbeiðs- og tilfarsveitingar í sambandi við umvælingina.
Tilboð, í afturlatnum brævbjálva, merktur: Tilboð – Hølið hjá Heilsufr. skulu vera Teknisku Deild í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. september 2015 kl. 12:00.
Tilboðini verða løgd fyri mentarnarnevndina aftur áðrenn tikið verður av nøkrum.
Kommunan skilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu boðini, ella at havna teimum øllum.