UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - STARVSLÝSINGAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
18-05-2022

SØKT VERÐUR EFTIR HAVNAMEISTARA TIL TVØROYRAR HAVN

Av tí at virkandi havnameistari er farin í farloyvið, verður søkt eftir avloysara í tíðaravmarkað starv fram til 30. Juli 2023. Talan er um fulltíðarstarv.

 
Arbeiðsuppgávurnar:

Arbeiðsuppgávurnar umfata m.a. at røkja dagligar uppgávur og fyrifallandi arbeiði av Tvøroyrar havn, umframt at skipa fyri losing. Gjørt verður vart við, at arbeiðsuppgávurnar kunnu verða umlagdar, sum ein avleiðing av møguligari nýskipan.


Tvøroyrar havn hevur skrivstovu á havnalagnum á Tvøroyri, har havnameistarin starvast saman við einum havnaumsjónarmanni. Tvøroyrar havn varðar m.a. av og røkir tvey havnapláss -Tvøroyri og Drelnes-, báthylin í Trongisvági og báthylin á Tvørabakka umframt træbrúnna á Hvítanesi.


 Mynd: VP

 
Persónligir førleikar: 

Vit sóknast eftir fólki við hægstu nautisku útbúgving ella aðrari hóskandi útbúgving og hevur neyðugan munnligan og skrivligan førleika í føroyskum og enskum máli. Eisini verður dentur lagdur á, at viðkomandi er fyrikomandi, viðskiftavinarligur og kann laga seg eftir skiftandi arbeiðsumstøðum. 

 

Setan:

Starvið verður at seta skjótast gjørligt, helst 1. juli 2022 ella eftir nærri avtalu. Lønin verður sambært sáttmála við Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya (KAF)


Umsókn:

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra, á telefon 781122, teldupost frodi@tvoroyri.fo


Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 16 juni 2022 kl. 12.00. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.  -til møguliga setanarsamrøðu kann vera biði um revsiváttan. 

  

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum og persónligum førleikum, og Tvøroyrar kommuna tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um mett neyðugt, at lýsa starvið leyst av nýggjum.

 
SØK STARVIÐ HER
 
 
INTRODUCTION for PORT OF TVØROYRI

Surrounded by waters with no other options than the seaway, the Port of Tvøroyri sustains its liability on offering smooth waters to its visitors. Tvøroyri also has an advantageous position considering the activity in the surrounding waters. It lies closely to the fishing banks as well as the exploration drilling. The Port of Tvøroyri comprises two harbours on the northern and the southern side, respectively, of the well protected Trongisvágur fjord. The fjor is known as a very accessible natural harbour with two lighthouses and a roadstead that is well suited for anchorage. The Port is situated on Suðuroy, the southernmost island of the Faroes. The island has a population of approx. 4700 and Tvøroyri is the main town. Trongisvágsfjørður is a long fjord which offers natural shelter from the North Atlantic Ocean. The port has been an important fishing port for more than a century.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo