UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
25-04-2024

KOMMUNUSAMANLEGGING

Bý- og bygdaráðini á Tvøroyri og í Hvalba arbeiða víðari við kommunusamanlegging.

Á Flaggdegnum hevur fundur verið millum bý- og bygdaráðini á Tvøroyri og í Hvalba á kommunuskrivstovuni í Hvalba. Á fundinum umrøddu limirnir, hvørji mál  eru týdningarmikil fyri báðar kommunur at fáa greiðu á í sambandi við eina kommunusamanlegging. Harumframt varð eisini viðgjørt, hvussu farast skal fram, skal ein fólkaatkvøða avgreiðast áðrenn summarferiuna í ár.

Borgarstjórarnir Janus Thomsen og Kristin Michelsen siga, at talan var um ein jaligan fund og at niðurstøðan á fundinum var, at arbeitt verður víðari við eini møguligari samanlegging av Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu. 

 
Mynd: Bjarni Hammer, Jónleyg J. Bech, Kristin Michelsen, Martin í Nesi, Thorstein Thomsen, Anita Vibergsdóttir, Ronni Hammer, Poul Laust Christensen, Niels Olaf Eyvindsson, Eyð Eidesgaard, Alvi Mortensen, Janus Thomsen. á Myndini vanta Eir J. Norðberg og Kristina Roest.
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo