UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
21-05-2024

SÁRA AV TVØROYRI TIL OL Í PARÍS

Einastandandi raska ítróttarkvinnan, Sára Maria Johansen, hevur í dag sett enn eina stóra striku undir, at hon hevur heilt serlig evnir, tá tað kemur til rógving.
Í dagsins W8 finalu í Lusern í Sveis, megnaðu Sára og bátsfelagar hennara at rógva seg til eitt 2. pláss og harvið kvalifisera seg til OL, sum verður í París í ár.
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at danski “kvinnuáttarin” hevur megnað at kvalifisera seg til OL og er hetta tískil eitt sera stórt og týðandi úrslit fyri danskan róðrarítrótt.
Sára gjørdist heimsmeistari í innirógving á 2000 metrum í fjør og tá var hon og heilsaði upp á borgarstjóran, Kristin Michelsen, í heimstaðnum Tvøroyri. Sí grein um vitjanina her Greinar https://www.tvk.fo/content.asp?sid=5982&id=2
Tvøroyrar kommuna vil ynskja Sáru hjartaliga til lukku við fantastiska úrslitinum og allar bestu eydnu til OL í París, í summar – vit fara øll at fylgja við her heima!
 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo