Mánakvøldið 3. juni, kl. 20:00- varð skipa fyri borgarafundi í SALT, har semjuskjalið um sjálvbodnað kommunusamanlegging millum Tvøroyrar- og Hvalbiar Kommunu varð lagt fram av Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri og Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba.
Við fundarborðið vóru kommunustýrislimir úr Hvalba og av Tvøroyri, og fundarfólkið nýtti høvi at viðmerkja og seta spurningar til semjuskjalið og yvirornaðu ætlanini at leggja kommunurnar saman. Borgarstjórarnir og kommunustýrislimirnir svaraðu uppá spurningar og greiddu eisini nærri frá teirra sjónarmiðum um sjálvbodnað kommunusamanlegging.
Borgarrafundur um kommunusamanlegging verður í Roynhøllini týskvøldið 4. juni kl. 20.00 har borgarar fáa enn ein møguleika at hoyra um semjuskjalið og seta spurningar til ætlanina um sjálvbodnað kommunusamanlegging, áðrenn vegleiðandi fólkaatkvøðuna, sum verður leygardagin 15. juni.