01-07-2024
NÝGGJ LJÓSSKIPAN Í ÍTRÓTTARHØLLINI
Í skrivandi stund verða gomlu ljósarmaturini í Ítróttarhøllini í Trongisvági skift. Hesi hava hingið uppi, líka síðan ítróttarhøllin kom. Í sínari tíð hava hesi verið dygdargóð ljósarmatur, men í dag finnast fleiri, orkuvinarligari loysnir, ið eisini krevja minni viðlíkahald.
Í samstarvi við teknisku deild hjá kommununi eru tað Bærendsen Teknik, ið taka gomlu armaturini niður og heingja tey nýggju upp. Har tað er hægst, hanga armaturini í 12
metra hædd, og tí er lyfta leigað til endamálið.
Nú verður farið yvir til orkuvinarlig LED-ljós, ið mett verður fara at kosta helvtina minni í streymnýtslu, og samstundis bøta munandi um ljósgóðskuna inni í høllini. Ljósstyrkin kann regulerast, og ljósini eru eisini soleiðis innstillaði, at um eingin rørsla er inni í høllini, so slókna tey av sær sjálvum. Hetta kemur eisini at hava eina sparing við sær.
Groth Electric kemur at standa fyri arbeiðinum at gera ljósstýringina.
Mett verður, at arbeiðið verður liðugt í komandi viku.