07-07-2024
Mentanarnátt 2024 -setanarrøðan hjá Jan Fodná
Mentanarnátt Tvøroyri 5 juli 2024
Mynd: Jan Forná
Góðu gestir, suðringar og tvørafólk vælkomin á mentanarnátt 2024. Tað er gott at síggja, at so nógv fólk eru komin saman at hugna sær. Skráin fyri dagin og kvøldi er sera fjølbroytt, og eg haldi at vit skulu geva teimum í skipa fyri og luttaka á ymiskan hátt, eitt ordans klapp.
Tú dregur meg sum ein magnetur, soleiðis byrjar sangur hjá Poul F.
Henda reglan kundi verið skrivað til mín sum útiseti í samband við mín longsul til Tvøroyri, og fólki í her býr.
Ein annar er vakri sangurin hjá Thorolf Dam útiseta ”heimlongsul til Tvøroyri”hendan fær ein gásahold av at hoyra búsitandi í Keypmannahavn. Thorolf Dam er fyri stuttari tíð siðan farin um sýn, hvíl í friði.
Til Tey sum ikki kenna meg, so er tað eru 41 ár siðan eg fór av Tvøroyri, 25 ára gamal.
Eg fór til Keypmannahavnar at nema mær útbúgving sum byggiverkfrøðingur, hetta var fyri meg ein natúrlig gongd, av tí at eg hevði virkað sum timburmaður í 6 ár her á Tvøroyri.
Í hesu 41 árini eg havi verið burturstaddur, havi eg búð 6 ár í Tórshavn eftir lokna útbúgving, og 35 ár í Danmark har eg enn búgvi.
Sjálvt um eg havi búð so nógv ár í útlegd, fari eg enn niður til Danmarkar, men heim til Tvøroyri.
Tá eg bleiv uppringdur og spurdur um eg vildi halda mentanarrøðuna, hvakk eg við, men takkaði ja, og tað er mær ikki lítið kensluborið og heiðurskent at fáa henda møguleika.
Eg havi haft nógvar góðar upplivingar á tveimum fylgjandi menturnanáttum í 2022 og 2023, og so aftur nú triðja ár á rað her í 2024.
Tað er altíð gott at koma heim og síggja lombini spæla sær, og bátarnir sum trena á fjørðinum í millum stevnurnar, ein fragd fyri eyga. Kenslurnar spríkja fram við góðum minnum um, tá ið ein sjálvur sæt aftan fyri árarnar. Ein verður ungur aftur og minnist á fantastiskar dagar sum unglingi.
Tað er jú mentanarnátt so her ein myndatala, um hvønn týdning Tvøroyri hevur haft fyri meg.
Tað var her kjølurin bleiv strektur, borðuni lagaði og formurin settur.
Kósin bleiv sett og siglt er víða um bæði í logn og brotasjógvi, men ein góður sterkur bátur, sum altíð hevur vunnið upp land.
Hóast kósin hevur verið í ymiskar leiðir, hevur tann afturvendandi leiðin altíð verið Tvøroyri.
Og er tað nakað sum er mentan, og hevur haft ein tann størsta týdningin hjá føroyinginum, ja so er tað báturin, bæði til álvara og gaman.
Ein dag og kvøld sum nú mentanarnátt er, eru ótømandi møguleikar og upplivingar ein kann fara til.
Hetta er dagurin har tann einstaki hevur haft møguleika at koma við hugskotum, vísa kynstur av ymiskum slag, og tað er við til at eggja fólkið til at bjóða seg fram, til gleði fyri øll.
Her eru fyrilestrar og framsýningar.
Vinnulívið vísir fram hvat tey evna, massar av tónleiki og felagssangi bæði til ung og gomul, smakkroyndir av mati og drekka , savnsvitjanir, upplestur og so framvegis.
Tvøroyri er ein mentanar býur.
Gamla saltsiloin er vorðin ein mentanar háborg við einari ørgrynnu av ymiskum mentanar tilboðum.
Hetta ber boð um ein mentanar bý, og her eiga vit nógv góð fólk við ymiskum mentanar gávum.
At hýrurin er góður á fólki kann merkjast, tí her er nógv at fara til og savnast um, og sum altíð setur okkara fantastiska hornorkestur enn einaferð dám yvir tað heila, takk fyri tað.
At savnast um ymiskt ger, at øll njóta dagin og kenna seg sum ein partur av tí heila.
At møtast og hugna sær saman er nakað einki menniskja vil verða fyri uttan, tí tað gevur einum kensluna av at hoyra til.
At standa, vagga og syngja felagssang er nakað av tí besta, ein verður glaður.
Øll hóast vit kunnu verða ymisk í nógvar mátar gera nakað saman.
Kósin er sett, og her er ikki ein skipari ið ræður, nei øll eru skiparar og eru einig um kósina, sum er at fáa sangin bornan fram á besta hátt.
Tvøroyri er nógv broytt, og hevur haft nógvar avbjóðingar gjøgnum tíðina, og ikki minst nú minkandi fólkatal, samferðslan til og frá oynni og so framvegis.
So fyri meg var tað harmiligt at hoyra at kommunu samanleggingin Ikki bar á mál hesuferð, men tað má so ikki gerða tað, at árarnar verða lagdur inn, men at tikin verða bekkatøk, fyri at seta enn meira fart á samarbeiði fyri at styrkja Suðuroynna. Saman eru vit sterk.
Sonur mín var føddur á Tvøroyri á Suðuroyar sjúkrahúsið í 1983, men í dag skulu barnakonur til Tórshavn at føða, hetta má kunna gerast betri. Vit mugu fáa trygdina á eitt støði, so børn aftur kunna føðast her á Tvøroyri.
Ted er at fegnast um, at dialysuviðgerð nú endiliga er komin, so at suðringar ikki skulu ferðast til Tórshavn meira í øllum veðri.
Liðugt gjørd spælipláss funnust ikki, tá eg var barn, okur spældi “Henni over” tvørtur um sápuhúsið á Tvørabakka, fóru oman í mølina beinanveg aftan á loknan skúladag at smíða og rógva flaka , fanga krabbar , fiska, og onkuntíð var eg rógvari hjá eldri monnum, tá í reyðspettugørn skuldu setast, ja ella kanska ein túr yvir til Marite, Hamranes ella Albert sum lógu fyri akker á fjørðinum. Ja, her var spennandi at verða barn.
Eg var við til at byrja útbygging av ítróttarhøll og skúla inni í Trongisvági. Tað var eitt øðiligt framstig fyri Tvøroyri tá, og hevur síðan verið til stóra gleði fyri ymiskar ítróttargreinar og annað virksemi.
Til stuttleikar kann eg nevna, at tíðina áðrenn ítróttarhøllin kom, vandu vit hondbólt í fimleikahøllini úti á Tvøroyri.
Og at fáa asfaltvøll í samband við útbygging av Tvøroyrar skúla var tað reina luksus.
Eg kann eisini minnast, at vit hava spælt hondbólt á gamla fótbóltsvøllinum á Sevmýri, har nógv fólk altíð samlaðist til fótbóltskampar, men at spæla hondbólt har var ikki so lætt, ein tordi ikki at dribla, tí tú kundi skjótt missa bóltin, av tí at vøllurin var so ójavnur.
Gott er at hoyra í tíðindum, at byggjast skal á gamla fótbóltsvøllinum á Sevmýri.
Nýggjur eftirskúli og skúlaheim til næmingarnir á eftirskúlanum, eisini næmingangaheim til heilsurøktarar, hetta fer ivaleyst at lokka fleiri næmingar til, tá ið umstøðurnar verda so góðar. Eisini fólkið aðrastaðni frá enn á Tvøroyri
Tb húsið skal takast niður , og nýbygningar byggjast til skrivstovur, og møguliga íbúðir til ung og eldri.
Eg var ein túr við familjuni heima á jólum.
Siglandi úr Tórshavn við Smyrli beint aftaná jól í góðari ætt, so ein sera góður túrur suður, og so Ikki minst vakra sjónin, tá ið dreyga varð inn á Tvørafjørð, fjøllini klødd í hvítasta lín, ein sera vøkur sjón.
Komin til húsar, fóru vit seinni ein túr um kvøldið út á Tvøroyri, og aftur ein fantastiska vøkur sjón, gamla fiskaplássið hjá Thomsen klætt við lýsandi jólatrøum. Ein vakur býur pyntaður í fínasta jólaskrúð, ja her føldi ein seg heima.
Tað eru nógvar avbjóðingar viðvíkjandi samferðslu av og til Suðuroynna, tá ið ein býr her.
Hetta upplivdu vit eisini í samband við, at vit skuldu norður aftur, tí dótturin skuldi flúgva niðuraftur til Danmarkar leygardagin 30 desember.
Ringt veður var og planurin var, at vit skuldu sigla tórskvøld 28 desember, men siglingin bleiv avlýst bæði á morgni og kvøldi, og túrurin á middegi bleiv útsettur frá kl.11:30 til 13:00, so her var ikki nógv annað at gera enn at sleppa sær avstað á middegi. Vit tordu ikki at bíða til fríggjadag sjálvt um sagt var frá betri veðrið.
Skal Suðuroyggin sum heild fáa góð kor fyri fólkavøkstur, ferðandi, vinnulívið við meira, má ein broyting til á samferðsluni til og frá oynni. Tað hoyrist at tiltøk eru í gongd við fyrireikingum til nýggjan tunnil, hetta vil gera tað, at ung fólk sum hava verið uttanlands at nema sær útbúgving, kunnu búseta seg á Tvøroyri, sjálvt um tey hava arbeiði aðrastaðni í landinum.
Samferðslan á Suðuroynni er útbygd nógv gjøgnum árini við nýggjum tunlum, og beint nú tunnil til Fámjin, og heldur útbyggingin fram, so her er gott, skjótt og sikkurt at koyra ikki minst um veturin.
Og nú er so eisini Hvannhagi komin á skránna, menn úr Himalayafjøllunum hava gjørt eina vakra sherpatrappu úr gróti niður í Hvannhaga, hetta til stóra gleði fyri øll, bæði seyðamenn og vitjandi. Eg havi so sjálvur haft møguleika at roynt trappuna nú, og var hon góð at ganga á.
Nógv hendir og broytist,eitt er tó ikki broytt, og tað er fólkið sum mær líkar.
At koma her er sum, tá ið ein var ungur, lætta lyndið, skemtingarsemið, smílið og ymiskar viðmerkingar blóma sum ongantíð fyrr, og tað fær ein til at føla seg heima, hetta er galdandi fyri bæði tey ungu og tey gomlu. Takk fyri tað!
Nú mentanarnátt er kundi verið nærliggjandi at spurt um, hvat er mentan?
Tað finnast nógv boð um hvat mentan er, og hevur mentanin ymiskan týdning fyri ymisk menniskju.
Fyri nøkur er tað list, tónleikur, filmur, sjónleikur, bókmentur og so framvegis, nøkur onnur lívstílur og felags siðvenja og virðir. Í størri høpi eru tað eginleikar, evni, vitan og vanar ið gerð munin á ymiskum bólkum av fólki.
Mentan gongur í arv frá ættarlið til ættarlið og formar okkara samleika.
Mentanin er alla tíð undir broyting og munurin verdur javnaður, jú meira fólk frá ymiskum støðum koma saman, heimurin er ikki so stórur longur, tað er lætt at ferðast, fáa sær útbúgving úti í stóru verð.
Tað hevur sera stóran týdning at læra um aðrar mentanar, fyri at kunna virða og skilja onnur fólk sum eru øðrvísi enn vit.
Ymsir hættir at læra um aðrar mentanir kunnu verða at síggja filmar, matgera, lesa bøkur og hoyra musikk og so framvegis.
Niðurstøðan má verða, at vit mugu royna at skilja og viðurkenna fólk hóast ymisleikar.
Eftir sum at tað er mentanarnátt havi eg verið so djarvur, at skriva eina lítla yrking til at enda taluna við:
Hyggi út gjøgnum gluggan á Tvørabakka
meðan tankarnir víða um fjakka
Gluggarnir og Oyrnafjall lið um lið
Hendan sjónin gevur mær frið
Minnist sum barn, tannáringur og unglingi tíðina tá,
havi aldrin yvast hvar hjarta mítt lá.
Við hesum orðum vil eg ynskja øllum eina góða mentanarnátt, og takka fyri, at tit lýddu á.
Jan Forná